Suni tekur samanum #01: EM í hondbólti byrjað

bannari
Suni tekur samanum #01: EM í hondbólti byrjað
LJÓÐ: Nú telja vit tímar, til føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir fyrsta dystin í EM-endaspælinum í Týsklandi. Suni Merkistein tekur saman um fyrsta dagin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
11.01.2024 - 08:48

Klokkan fimm í dag brestur fyri nev.

Tá byrjar dysturin millum Føroyar og Slovenia í Berlin.

Úr Berlin tekur Suni Merkistein samanum. 

11012024_EM24_Status_fra_Suna_01

 

Suni tekur soleiðis samanum:

Stóra EM-endaspælið í manshondbólti byrjaði í gjárkvøldið við buldur og brak

Í Dusseldorf vann Týskland 27-14 á Sveis. Fleiri enn 50.000 áskoðarar vóru hjástaddir í risastóru høllini. Tað er heimsmet í áskoðaratali í hondbólti.

So nógvir áskoðarar verða kortini ikki til hinar dystirnar, tí í Dusseldorf var spælt á einum fótbóltsvølli, sum var umskapaður til eina hondbóltshøll fyri eitt kvøld.

Annað met mundi eisini verið sett í hesum dysti. Bara eina ferð fyrr hevur lið ikki skotið fleiri enn fjúrtan mál í einum EM-endaspæli í manshondbólti.

Annar dysturin á fyrsta leikdegnum í EM-endaspælinum, sum byrjaði í gjár, var ógvuliga málríkur. Frakland vann 39-29 á Norðurmakedonia.

 

Føroyski EM-elddópurin

Í dag eru ikki færri enn seks dystir á skránni í stóru EM-stevnuni í Týsklandi.  Og ikki tykkum at siga - dagurin í dag er ítróttarsøgulig stórhending í Føroyum. Vit fáa okkara elddóp í einum stórum endaspæli fyri A-landslið.

Fleiri undrast, at Føroyar eru við, tí vit eru minsta land, sum nakrantíð hevur spælt seg í eitt EM-endaspæl fyri vaksin.

Vit spæla móti Slovenia, sum hevur stolta hondbóltssøgu. Fyri fýra árum síðan mundu teir komið í finaluna, men snávaðu í hálvfinaluni.

Slovenia hevur eisini verið í tveimum HM-hálvfinalum í nýggjari tíð - í 2017 og 2013 - og í 2004 vóru teir í EM-finaluni.

 

10 prosent av øllum føroyingum eru í Berlin

Føroysku hondbóltsdreingirnir eru tí av álvara komnir upp á Stórapall. Og á toppinum er kalt og náðileyst.

Men einki lið í EM-stevnuni fær so dyggan stuðul heimanífrá sum Føroyar.

Her eru tey errin um, at fleiri enn 50.000 týskarar savnaðust um heimaliðið í setanardystinum í gjárkvøldið, men søgan um, at útivið 10 prosent av øllum, sum í Føroyum búgva, eru komin til Berlin at taka á við sínum liði, slær øll met - og vekir ans.

Loftbrúgvin úr Føroyum til Berlin í hesi vikuni man vera eindømi. Umframt heimaføroyingarnar, koma eisini útisetar mannsterkir higar. Tey, ið frætta um hesa útrás, eru ovfarin, og hugsa kanska, at hetta er sjáldsamt fyribrigdi, ið ber á brá at líkjast eini serstakari, mentanarligari diaspora.

 

Vinna á áskoðaraplássunum

Sama hvussu verður í sjálvum dystinum, so verða vit við yvirlutan á áskoðaraplássunum. Tann dystin hava vit longu vunnið. Spurningurin er so, hvat týdning tað fær á dystin inni á vøllinum.

Føroyingar hava hertikið Berlin. Í hvørjum gistingarhúsi í býnum finnur tú ein landsmann. Og hevði tað ikki verið so bítandi kalt í veðrinum, sóust tey helst øll í gøtumyndini í nýggja búnanum hjá føroyska landsliðnum, sum mundi vera ársins jólagáva í Føroyum 2023.

Kanska átti eg einki at sagt, nú alt er so gott, men aðrir búnar enn teir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, eru farnir at erta forvitnið í fólki.

Tað ljóðar, at fólk í eyðkendum Sea Shepherd búna eru sædd í Berlin nú um dagarnar. Hvørji ørindi tey so hava, kann bara ætlast um.

Men í dag hugsavna vit okkum um, at Føroyar skriva ítróttarsøgu, og at ein dystur í Mercedes Benz Arena í Berlin fer at savna føroyingar á ein hátt, sum vit sjáldan hava sæð.

SM, Berlin

-----

 

Dystarskráin í dag:

Berlin
17:00 Slovenia - Føroyar 
Undansendingin í sjónvarpinum byrjar klokkan 16:15
19:30 Noreg - Pólland

Mannheim
17:00 Hollandi - Georgia
19:30 Svøríki - Bosnia Hersegovina

München
17:00 Portugal - Grikkaland
19:30 Danmark - Kekkia

-------

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum:

Hósdagin, 11. januar
Kl. 17:00 Slovenia - Føroyar
Sjónvarpið vísir dystin. Sent verður frá kl. 16:15

Leygarkvøldið, 13. januar
Kl. 19:30 Føroyar - Noreg
Sjónvarpið vísir dystin. Sent verður frá kl. 18:45

Mánadagin, 15. januar
Kl. 17:00 Pólland - Føroyar
Sjónvarpið vísir dystin. Sent verður frá kl. 16:15

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652