Løgmaður: Fosturtøkulógin eingin trupulleiki fyri samgonguna

Løgmaður: Fosturtøkulógin eingin trupulleiki fyri samgonguna
Samgongufólk eru fríttstillað í etiskum málum
Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.01.2024 - 08:45

- Tað er eingin trupulleiki fyri samgonguna, um løgtingið samtykkir fosturtøkulógina hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, hóast samgongan ikki er samd.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú uppskot um nýggja fosturtøkulóg er farið til ummælis.

,Løgmaður sigur, at tingfólk eru fríttstillað í etiskum málum, sambært samgonguskjalinum. 

- Hetta var gjørt, tí tey høvdu varhugan av, at uppskot til lóg um fosturtøku fór at koma í hesum valskeiðinum, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11012024_Logmadur_og_fosturtoka


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008