Frakland vann byrjanardystin

bannari
Frakland vann byrjanardystin
Frakland vann tryggan sigur á Norðurmakedónia í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum
Franski strikuspælarin, Ludovic Fabregas, í gjøgnumbrotsroynd
Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.01.2024 - 20:55

Frakland kom væl frá landi í byrjanardystinum í EM-endaspælinum í hondbólti. 

Fraklendingarnir, sum teljast millum gullfavorittarnar, vunnu tryggan 39-29 sigur á Norðurmakedónia í Düsseldorf.

Norðurmakedónia byrjaði annars dystin betur, og var á odda 10-8 í fyrra hálvleiki, men Frakland mentist so liðandi og fór avstað við báðum stigunum.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109