
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Um eitt gott samdøgur fer føroyska manslandsliðið í hondbólti á vøllin fyri fyrstu ferð í EM-endaspæli.
Fyrsti dysturin er móti Slovenia hósdagin.
Føroyingarnir eru greiðir yvir, at teir spæla ímóti yvirmaktini í øllum trimum dystunum, men teir eru kortini ikki við til stuttleika.
- Vit eru avslappaðir, men vit eru við fyri at vinna, sigur Helgi Hoydal, strikuspælari:
Óli Mittún fekk skaða í fótin í síðsta dystinum fyri IK Sävehof um høgtíðina, men hann spældi ein hálvleik í seinna venjingardystinum ímóti Belgia í farnu viku, og er nú klárur at fara á vøllin.
- Fóturin hevur tað gott, sigur hann: