
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrapartin fóru týsku tokførararnir í verkfall.
Gewerkschaft der Lokführer, fakfelagið hjá tokførarunum, hevur lýst verkfallið, sum leggur stóran part av samferðsluni lamna til fríggjadagin seinnapartin.
EM í hondbólti byrjar í Düsseldorf í dag við dystunum millum Frakland og Norðurmakedónia og Týskland og Sveis. Ætlanin er, at heili 53000 fólk skulu vera til byrjanardystirnar - nýtt heimsmet - men tað kann gerast trupult hjá viðhaldsfólki at koma fram, skrivar dr.dk.
Bert 20 prosent av vanligu tokferðsluni koyrir sum vanligt, sigur evropeiska hondbóltssambandið, EHF.
Verkfallið gevur eisini føroyskum viðhaldsfólkum stórar avbjóðingar. Nógv av teimum, ið ætlaðu at fara við toki úr Keypmannahavn til Berlin, hava verið noydd til at funnið aðrar loysnir.
Tryggast er at flúgva til Berlin, tí tað er eisini verkfall í týska landbúnaðinum, og fleiri vegir eru avbyrgdir.