Yrkisdepilin: Yrkisútbúgvingar framvegis høgt í metum

Yrkisdepilin: Yrkisútbúgvingar framvegis høgt í metum
Tey 376 fólkini, sum fóru í læru í fjør, taka 44 ymiskar útbúgvingar
Verða allir virknir lærlingar taldir við, eru í dag sløk 1.000 fólk í ferð við at taka 58 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum, (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.01.2024 - 11:43

Gongdin yvir nýggjar lærusáttmálar í 2023 vísir, at yrkisútbúgvingarnar framvegis eru høgt í metum millum ung og tilkomin fólk, sum skulu velja sær yrkisleið.

Í 2023 valdu 376 fólk at gera lærusáttmála við ein arbeiðsgevara fyri at fáa eitt sveinabræv ella eitt yrkisbræv, og tað er yvir 57 prosent av einum miðal føroyskum árgangi.

Tað skrivar Yrkisdepilin í tíðindaskrivi.

Konjunkturarnir í Føroyum hava stórt árin á, hvussu nógvir lærlingar byrja í læru á hvørjum ári, og hetta sæst eisini týðiliga í sveiggjunum í tølunum frá ári til árs. 

 

 

Bara 27 prosent

Í 2009, beint eftir fíggjarkreppuna, fóru bara 27 prosent av einum miðal føroyskum árgangi undir yrkisútbúgving, og tað er nógv tann minsta tilgongdin í einum ári, um hugt verður at seinastu 20 árunum. 

Tey 376 fólkini, sum fóru í læru í fjør, taka 44 ymiskar útbúgvingar. 

Verða allir virknir lærlingar taldir við, eru í dag sløk 1.000 fólk í ferð við at taka 58 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum, skrivar Yrkisdepilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151