Norðoyingar ganga meiri uppí, hvat onnur fólk halda

Norðoyingar ganga meiri uppí, hvat onnur fólk halda
Fatanin, sum onnur hava um teirra heimbygd ella heimbýi, hevur størri týdning fyri bæði norðoyingar og fólk í suðurøkinum, enn fyri fólk í Tórshavnar kommunu
Klaksvík
Mynd: Norðoya kunningarstovan  
 
10.01.2024 - 15:30

Í seks sendingum hava vit verið á ferð um landið, har ið vit hava sóknast eftir hvørjir kulfaktorar gera seg galdandi, og í hvønn mun eitt nú tankarnir hjá danska arkitektinum Jan Gehl síggjast aftur í Føroyum.

Í sínum virki hevur Jan Gehl miðsavnað seg um at greina og menna býarúm. Serliga hetta at gera býarrúm við nógvar bilferðslu meira friðarlig, og at rúmini verða umskapa til, at fólk kunnu ganga har. 

 

Avmarkað lendi

Ein av niðurstøðunum hjá bæði Ninu Arge, arkitekti við eftirútbúgving innan býarskipan, og Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, eru at lendi í Føroyum er avmarkað. Tí er umráðandi at hugsa øðrvísi, tá ið talan er um bústaðarbygging í Føroyum.

Tórsbyrgi er eitt gott dømi um øðrvísi bygging í Føroyum, har ið hædd er tikið fyri veður og vindi, fermetrarnir eru avmarkaðir, bilarnir parkera burturfrá íbúðunum – og fólk vilja sera sera fegin búgva har.

Eisini verður víst á týdningin av at brúka økini framvið sjóvarmálanum øðrvísi, til dømis til íbúðir og tænastuvirksemi.

 

Bygdaráð eiga at royna nýggjar leiðir

Nú Sandoyartunnilin varð tikin í nýtslu fyri jól, er Sámal Matras Kristiansen ikki sørt vónbrotin av, at bygdaráðini ikki eru meiri framsíggin enn at tey bara gera vanligar útstykkingar til sethús heldur enn at royna nýggjar leiðir.

“Kann man yvirhøvur góðtaka tað, at bústaðir verða brúktir til frítíðarvirksemi, tá ið vit hava so stóra bústaðarneyð í landinum?” spyr Sámal Matras Kristiansen. 

Hann heldur eisini, at tað er ein stórur samfelagstrupuleiki at fleiri og fleiri leiga íbúðir út til ferðafólk í bústaðarøkjum og í teimum smærri bygdunum.

Hetta ger tað enn truplari fyri fólk at fáa tak yvir høvdið, samstundis sum spurningurin er um bústaðarøki yvirhøvir skulu brúkast til ferðavinnuna á hendan hátt.

 

Neyðugt at avmarka bilferðsluna í Nólsoy

Tá ið talan er um tankarnar hjá Jan Gehl, arkitekti, viðvíkjandi teimum vælvirkandi býlingunum, nevnir Nina Arge serliga Nólsoy og gomlu býlingarnir í Vestmanna sum dømi.

Eisini ger hon vart við, at ein av dygdunum í Nólsoy kemst av, at bilar ikki hava verið í bygdini – og at tað er neyðugt framhaldandi at avmarka bilferðsluna í Nólsoy.

Nina vísur eisini á týdningin av autensiteti, og at vit virða tað, ið vit hava. Og har er umráðandi at gera eina skráseting, eitt býaratlas.

Eisini nevnir hon arkitekturpolitikkin hjá Landsverki, ið ber heitið Karmar um lív.

 

Spurnarkanningin

Í spurnarkanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, sæst eisini at ein týðiligur munur er millum tað, ið fólk virðismeta, alt eftir hvar í Føroyum tey búgva.

Til dømis hevur atgongd til mentan og list ikki so stóran týdning fyri fólk í Norðstreymoy og Vágum sum fyri fólk, ið búgva í Suðurstreymoy.

Sámal Matras Kristiansen heldur tað eisini vera áhugavert, at fólk í Norðstreymoy og í Vágum halda Klaksvík vera kul, meðan 15 prosent av teimum spurdu í Suðurstreymoy ikki hildu Klaksvík vera kul.

Nina Arge ger eisini vart við, at hóast nógv fólk halda at góð byggilist ikki hevur stórvegis týdning fyri teirra trivna, er tað tí at tá ið tosað verður um byggilist, eru tað mong, ið seta hetta í samband við stórbærar bygningar.

Men byggilist – ella arkitekturur, sum er orðið, ið arkitektar dáma betri, er eisini so nógv annað, og fevnur eitt nú um túnini millum húsini, grønu økini og bygningar yvirhøvir. Og tá ávirkar arkitektururin okkum uppá gott og ilt, alt eftir um talan er um góðan ella vánaligan arkitektur.

 

Teir óalmennu ambassadørarnir

“Sosialir miðlar ávirka okkara fatan av øllum í dag”

Tað verða tey, sum búgva har, ið mynda teirra lokaløki á sosialu miðlunum, og har eru tað altíð nøkur fólk, ið eru meiri virkin enn onnur, sigur Allan Dalsgarð, samskiftisráðgevi. Tískil kunnu teir óalmennu ambassadørarnir eisini ávirka fatanina, ið onnur hava av teirra lokaløki – og tað bæði á ein positivan og negativan hátt.

Eitt vælvirkandi býarrúm styrkir um kulfaktorin á sosialu miðlunum

Eitt nú G! Festivalurin og Kópakonan eru dømi um fyribrigdi, ið fólk deila á sosialu miðlunum, og tískil eru við til at styrkja um kulfaktorin á einum ávísum stað. Hetta sigur Allan Dalsgarð, sum samstundis vísur á, at eitt lokaløki kann hava sínar óalmennu ambassadørar á sosialu miðlunum uppá bæði gott og ilt.

Eisini ger Allan Dalsgarð vart við, at eitt vælvirkandi býarrúm mest sannlíkt eisini styrkir um kulfaktorin á sosialu miðlunum.

Kulfaktor Føroya
Í hesari røðini leita vit eftir kulfaktorum um landið:

  • Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina?
  • Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru?
  • Hvussu mennir tú tað góða staðið?
  • Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan?
  • Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har?

Lagt til rættis: Gunnar Nolsøe

 

Spurnarkanningin, ið Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya

Hvussu vilt tú helst búgva? Everybody Kvinnur Menn
Í egnum sethúsum 86,60 % 88,14 % 85,23 %
Í eigaraíbúð 7,40 % 6,78 % 7,95 %
Í leiguíbúð 3,40 % 2,97 % 3,79 %
Í lutaíbúð 1,80 % 1,69 % 1,89 %
Annað 0,80 % 0,42 % 1,14 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Arbeiðsmøguleikar í nærumhvørvinum Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 45,00 % 49,15 % 41,29 %
Nokkso stóran týdning 34,40 % 35,17 % 33,71 %
Ikki serliga stóran týdning 13,00 % 10,17 % 15,53 %
Ongan týdning 6,60 % 4,66 % 8,33 %
Veit ikki 1,00 % 0,85 % 1,14 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Barnaansing Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 50,40 % 53,39 % 47,73 %
Nokkso stóran týdning 19,40 % 15,25 % 23,11 %
Ikki serliga stóran týdning 7,40 % 7,20 % 7,58 %
Ongan týdning 19,40 % 19,49 % 19,32 %
Veit ikki 3,40 % 4,66 % 2,27 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Skúlar og útbúgving Eysturoy Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 51,79 % 52,12 % 43,94 %
Nokkso stóran týdning 28,57 % 25,00 % 31,82 %
Ikki serliga stóran týdning 10,71 % 11,44 % 11,36 %
Ongan týdning 8,04 % 9,32 % 11,36 %
Veit ikki 0,89 % 2,12 % 1,52 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Kirkju- og samkomulív Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 24,00 % 27,97 % 20,45 %
Nokkso stóran týdning 24,80 % 25,42 % 24,24 %
Ikki serliga stóran týdning 23,60 % 27,12 % 20,45 %
Ongan týdning 26,20 % 17,37 % 34,09 %
Veit ikki 1,40 % 2,12 % 0,76 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Býarlív (so sum kafé, matstovur, náttarlív og tílíkt) Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 18,60 % 16,53 % 20,45 %
Nokkso stóran týdning 32,80 % 36,44 % 29,55 %
Ikki serliga stóran týdning 37,80 % 36,86 % 38,64 %
Ongan týdning 10,60 % 9,75 % 11,36 %
Veit ikki 0,20 % 0,42 % 0,00 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Atgongd til mentanartiltøk og list Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 16,60 % 16,95 % 16,29 %
Nokkso stóran týdning 30,80 % 33,05 % 28,79 %
Ikki serliga stóran týdning 38,20 % 36,44 % 39,77 %
Ongan týdning 13,60 % 12,29 % 14,77 %
Veit ikki 0,80 % 1,27 % 0,38 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Møguleiki fyri at íðka ítrótt Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 34,40 % 35,59 % 33,33 %
Nokkso stóran týdning 35,40 % 33,47 % 37,12 %
Ikki serliga stóran týdning 22,60 % 22,46 % 22,73 %
Ongan týdning 7,20 % 8,05 % 6,44 %
Veit ikki 0,40 % 0,42 % 0,38 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Felags- og frítíðarlív í breiðari merking Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 25,00 % 25,42 % 24,62 %
Nokkso stóran týdning 50,20 % 48,31 % 51,89 %
Ikki serliga stóran týdning 20,00 % 21,19 % 18,94 %
Ongan týdning 3,40 % 2,97 % 3,79 %
Veit ikki 1,40 % 2,12 % 0,76 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Matvøruhandil Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 64,20 % 68,64 % 60,23 %
Nokkso stóran týdning 31,20 % 28,39 % 33,71 %
Ikki serliga stóran týdning 4,20 % 2,97 % 5,30 %
Ongan týdning 0,20 % 0,00 % 0,38 %
Veit ikki 0,20 % 0,00 % 0,38 %
       
       
Hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Fjølbroytt úrval av øðrum handlum Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 17,40 % 19,49 % 15,53 %
Nokkso stóran týdning 40,60 % 38,98 % 42,05 %
Ikki serliga stóran týdning 35,20 % 36,86 % 33,71 %
Ongan týdning 6,40 % 4,24 % 8,33 %
Veit ikki 0,40 % 0,42 % 0,38 %
       
       
Og hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Góð byggilist Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 13,20 % 13,98 % 12,50 %
Nokkso stóran týdning 36,20 % 35,59 % 36,74 %
Ikki serliga stóran týdning 32,20 % 30,93 % 33,33 %
Ongan týdning 14,60 % 13,14 % 15,91 %
Veit ikki 3,80 % 6,36 % 1,52 %
       
       
Og hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Grøn øki Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 30,80 % 38,98 % 23,48 %
Nokkso stóran týdning 44,20 % 42,80 % 45,45 %
Ikki serliga stóran týdning 16,20 % 11,86 % 20,08 %
Ongan týdning 7,60 % 4,24 % 10,61 %
Veit ikki 1,20 % 2,12 % 0,38 %
       
       
Og hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Blá øki (sjógvur og sjóvarmáli) Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 36,00 % 38,56 % 33,71 %
Nokkso stóran týdning 43,00 % 41,95 % 43,94 %
Ikki serliga stóran týdning 17,00 % 16,53 % 17,42 %
Ongan týdning 3,20 % 1,69 % 4,55 %
Veit ikki 0,80 % 1,27 % 0,38 %
       
       
Og hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:At ein bygd ella býur er gonguvinarligur (avmarkað ella eingin bilferðsla, uttandura sitipláss, fjølbroytt handilslív og handilsvindeygu við meira) Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 30,40 % 38,56 % 23,11 %
Nokkso stóran týdning 41,20 % 36,86 % 45,08 %
Ikki serliga stóran týdning 22,40 % 22,03 % 22,73 %
Ongan týdning 5,60 % 2,54 % 8,33 %
Veit ikki 0,40 % 0,00 % 0,76 %
       
       
Og hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Atkomumøguleikar við bili, parkeringsmøguleikar og tílíkt Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 34,20 % 37,29 % 31,44 %
Nokkso stóran týdning 49,80 % 46,61 % 52,65 %
Ikki serliga stóran týdning 13,00 % 13,98 % 12,12 %
Ongan týdning 2,60 % 1,27 % 3,79 %
Veit ikki 0,40 % 0,85 % 0,00 %
       
       
Og hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:Fornminni, søgulig støð og søguligir bygningar Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 11,20 % 7,20 % 14,77 %
Nokkso stóran týdning 35,00 % 35,17 % 34,85 %
Ikki serliga stóran týdning 37,00 % 42,37 % 32,20 %
Ongan týdning 15,00 % 11,86 % 17,80 %
Veit ikki 1,80 % 3,39 % 0,38 %
       
       
Og hvønn týdning hava hesi viðurskifti fyri tín trivnað?:At óljóð frá t.d. vinnulívinum og ferðslu ikki órógvar Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 29,00 % 33,47 % 25,00 %
Nokkso stóran týdning 31,00 % 31,78 % 30,30 %
Ikki serliga stóran týdning 27,20 % 27,54 % 26,89 %
Ongan týdning 11,80 % 5,51 % 17,42 %
Veit ikki 1,00 % 1,69 % 0,38 %
       
       
Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við hesi støð?:Klaksvík Everybody Kvinnur Menn
Vinnulív 60,60 % 51,27 % 68,94 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 59,20 % 59,75 % 58,71 %
Ítrótt 49,20 % 50,42 % 48,11 %
Fjølbroytt úrval av handlum 32,80 % 42,80 % 23,86 %
Størri tiltøk 28,80 % 30,08 % 27,65 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 24,60 % 30,93 % 18,94 %
Mentan og list 12,20 % 13,56 % 10,98 %
Umhvørvi og grøn øki 8,60 % 10,17 % 7,20 %
Fornminni 6,20 % 5,08 % 7,20 %
Góð byggilist 5,80 % 5,51 % 6,06 %
Einki av hesum 5,40 % 4,66 % 6,06 %
       
       
Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við hesi støð?:Nólsoy Everybody Kvinnur Menn
Umhvørvi og grøn øki 39,40 % 40,68 % 38,26 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 32,60 % 28,39 % 36,36 %
Mentan og list 28,20 % 22,88 % 32,95 %
Einki av hesum 24,20 % 26,69 % 21,97 %
Størri tiltøk 13,00 % 11,02 % 14,77 %
Fornminni 11,40 % 11,02 % 11,74 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 2,80 % 3,39 % 2,27 %
Góð byggilist 1,40 % 0,85 % 1,89 %
Vinnulív 1,00 % 1,69 % 0,38 %
Fjølbroytt úrval av handlum 0,80 % 0,42 % 1,14 %
Ítrótt 0,20 % 0,00 % 0,38 %
       
       
Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við hesi støð?:Runavík Everybody Kvinnur Menn
Fjølbroytt úrval av handlum 53,60 % 62,71 % 45,45 %
Vinnulív 53,00 % 47,03 % 58,33 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 45,20 % 40,68 % 49,24 %
Ítrótt 32,20 % 35,59 % 29,17 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 20,80 % 27,54 % 14,77 %
Størri tiltøk 14,60 % 23,73 % 6,44 %
Mentan og list 13,80 % 16,95 % 10,98 %
Umhvørvi og grøn øki 8,80 % 11,44 % 6,44 %
Einki av hesum 8,60 % 8,05 % 9,09 %
Góð byggilist 4,60 % 4,24 % 4,92 %
Fornminni 1,40 % 1,69 % 1,14 %
       
       
Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við hesi støð?:Tvøroyri Everybody Kvinnur Menn
Vinnulív 36,80 % 31,78 % 41,29 %
Einki av hesum 31,60 % 30,51 % 32,58 %
Ítrótt 19,40 % 21,61 % 17,42 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 18,00 % 20,76 % 15,53 %
Mentan og list 16,00 % 18,22 % 14,02 %
Fornminni 15,00 % 11,86 % 17,80 %
Umhvørvi og grøn øki 13,40 % 14,83 % 12,12 %
Fjølbroytt úrval av handlum 12,80 % 16,53 % 9,47 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 8,40 % 11,02 % 6,06 %
Størri tiltøk 6,00 % 8,90 % 3,41 %
Góð byggilist 3,00 % 2,12 % 3,79 %
       
       
Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við hesi støð?:Vestmanna Everybody Kvinnur Menn
Ítrótt 42,20 % 44,07 % 40,53 %
Einki av hesum 34,40 % 34,75 % 34,09 %
Umhvørvi og grøn øki 21,60 % 22,46 % 20,83 %
Vinnulív 14,40 % 10,59 % 17,80 %
Mentan og list 11,60 % 10,17 % 12,88 %
Størri tiltøk 7,80 % 8,47 % 7,20 %
Fornminni 6,60 % 8,47 % 4,92 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 6,20 % 7,63 % 4,92 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 4,40 % 6,36 % 2,65 %
Góð byggilist 2,60 % 2,12 % 3,03 %
Fjølbroytt úrval av handlum 1,00 % 1,27 % 0,76 %
       
       
Hvussu ofta ferðast tú til hesi støð?:Klaksvík Everybody Kvinnur Menn
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna 8,20 % 8,05 % 8,33 %
Nakrar ferðir um mánaðin 37,60 % 36,44 % 38,64 %
Eina ferð um árið ella minni 43,20 % 43,22 % 43,18 %
Eg búgvi her 9,40 % 10,59 % 8,33 %
Ongantíð 1,60 % 1,69 % 1,52 %
       
       
Hvussu ofta ferðast tú til hesi støð?:Nólsoy Everybody Kvinnur Menn
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna 0,80 % 0,85 % 0,76 %
Nakrar ferðir um mánaðin 3,80 % 1,27 % 6,06 %
Eina ferð um árið ella minni 61,80 % 60,17 % 63,26 %
Eg búgvi her 0,80 % 1,27 % 0,38 %
Ongantíð 32,80 % 36,44 % 29,55 %
       
       
Hvussu ofta ferðast tú til hesi støð?:Runavík Everybody Kvinnur Menn
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna 14,00 % 14,83 % 13,26 %
Nakrar ferðir um mánaðin 45,80 % 47,03 % 44,70 %
Eina ferð um árið ella minni 29,80 % 30,08 % 29,55 %
Eg búgvi her 5,40 % 4,24 % 6,44 %
Ongantíð 5,00 % 3,81 % 6,06 %
       
       
Hvussu ofta ferðast tú til hesi støð?:Tvøroyri Everybody Kvinnur Menn
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna 3,00 % 2,97 % 3,03 %
Nakrar ferðir um mánaðin 8,40 % 6,36 % 10,23 %
Eina ferð um árið ella minni 63,40 % 64,83 % 62,12 %
Eg búgvi her 3,80 % 4,66 % 3,03 %
Ongantíð 21,40 % 21,19 % 21,59 %
       
       
Hvussu ofta ferðast tú til hesi støð?:Vestmanna Everybody Kvinnur Menn
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna 1,60 % 2,54 % 0,76 %
Nakrar ferðir um mánaðin 9,00 % 7,63 % 10,23 %
Eina ferð um árið ella minni 57,20 % 54,24 % 59,85 %
Eg búgvi her 2,00 % 2,12 % 1,89 %
Ongantíð 30,20 % 33,47 % 27,27 %
       
       
Hvønn týdning hevur fatanin, sum onnur hava um tína heimbygd ella tín heimbý? Everybody Kvinnur Menn
Sera stóran týdning 14,80 % 16,10 % 13,64 %
Nokk so stóran týdning 27,80 % 31,78 % 24,24 %
Ikki serliga stóran týdning 33,40 % 33,05 % 33,71 %
Ongan týdning 22,00 % 16,10 % 27,27 %
Veit ikki 2,00 % 2,97 % 1,14 %
       
       
Hvør er kul-faktorurin hjá hesum støðum?

At vera kul (cool) kann merkja at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað:Klaksvík
Everybody Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 8,80 % 6,36 % 10,98 %
2 3,40 % 2,97 % 3,79 %
3 6,80 % 4,66 % 8,71 %
4 8,20 % 6,36 % 9,85 %
5 15,60 % 16,10 % 15,15 %
6 10,00 % 9,75 % 10,23 %
7 14,40 % 14,41 % 14,39 %
8 14,00 % 18,64 % 9,85 %
9 3,80 % 3,39 % 4,17 %
10 - sera kul 9,20 % 9,75 % 8,71 %
Veit ikki 5,80 % 7,63 % 4,17 %
       
       
Hvør er kul-faktorurin hjá hesum støðum?

At vera kul (cool) kann merkja at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað:Nólsoy
Everybody Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 7,40 % 5,51 % 9,09 %
2 4,80 % 4,24 % 5,30 %
3 6,20 % 7,63 % 4,92 %
4 9,20 % 8,05 % 10,23 %
5 13,60 % 13,56 % 13,64 %
6 8,20 % 11,02 % 5,68 %
7 12,80 % 11,02 % 14,39 %
8 12,20 % 12,29 % 12,12 %
9 5,00 % 3,39 % 6,44 %
10 - sera kul 8,80 % 8,90 % 8,71 %
Veit ikki 11,80 % 14,41 % 9,47 %
       
       
Hvør er kul-faktorurin hjá hesum støðum?

At vera kul (cool) kann merkja at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað:Runavík
Everybody Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 8,20 % 4,24 % 11,74 %
2 5,00 % 2,54 % 7,20 %
3 8,40 % 7,20 % 9,47 %
4 10,60 % 9,32 % 11,74 %
5 19,80 % 17,37 % 21,97 %
6 18,20 % 22,03 % 14,77 %
7 12,00 % 14,41 % 9,85 %
8 6,00 % 8,47 % 3,79 %
9 1,80 % 2,12 % 1,52 %
10 - sera kul 3,00 % 2,54 % 3,41 %
Veit ikki 7,00 % 9,75 % 4,55 %
       
       
Hvør er kul-faktorurin hjá hesum støðum?

At vera kul (cool) kann merkja at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað:Tvøroyri
Everybody Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 10,20 % 5,93 % 14,02 %
2 5,60 % 5,51 % 5,68 %
3 12,20 % 12,71 % 11,74 %
4 11,40 % 11,86 % 10,98 %
5 18,80 % 16,95 % 20,45 %
6 12,00 % 11,02 % 12,88 %
7 9,20 % 8,47 % 9,85 %
8 4,00 % 5,93 % 2,27 %
9 1,80 % 1,27 % 2,27 %
10 - sera kul 3,00 % 2,97 % 3,03 %
Veit ikki 11,80 % 17,37 % 6,82 %
       
       
Hvør er kul-faktorurin hjá hesum støðum?

At vera kul (cool) kann merkja at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað:Vestmanna
Everybody Kvinnur Menn
1 - als ikki kul 13,00 % 9,32 % 16,29 %
2 8,80 % 11,02 % 6,82 %
3 13,20 % 14,83 % 11,74 %
4 14,80 % 11,86 % 17,42 %
5 17,40 % 16,10 % 18,56 %
6 8,40 % 6,78 % 9,85 %
7 5,60 % 5,51 % 5,68 %
8 3,60 % 3,39 % 3,79 %
9 0,80 % 0,85 % 0,76 %
10 - sera kul 1,80 % 1,27 % 2,27 %
Veit ikki 12,60 % 19,07 % 6,82 %
       
       
Hvat er títt starvsøki? Everybody Kvinnur Menn
Handil og tænastur 19,80 % 21,19 % 18,56 %
Almannaverk, heilsuverk, undirvísing 22,60 % 37,29 % 9,47 %
Framleiðslu- og byggivinna 16,80 % 5,93 % 26,52 %
Pensionistur 8,80 % 9,75 % 7,95 %
Lesandi ella lærlingur (undir útbúgving) 8,20 % 9,75 % 6,82 %
Heimagangandi 0,60 % 0,85 % 0,38 %
Annað 22,80 % 14,83 % 29,92 %
Arbeiðsleys(ur) 0,40 % 0,42 % 0,38 %

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946