Nógvar flogferðir avlýstar við Max-flogførum

Nógvar flogferðir avlýstar við Max-flogførum
Tvey flogfeløg hava funnið brek á fleiri flogførum av hesum slagnum
Ein hurð varð skrødd úr flogfarinum, meðan tað var á flogi. Nú eru 171 flogfør í USA av slagnum Boeing 737 Max 9 sett, meðan málið verður kannað.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.01.2024 - 08:49

Nógvar flogferðir við Boeing 737 Max 9-flogførunum eru avlýstar, eftir at ein hurð var skrødd úr einum flogfari hjá Alaska Airlines undir eini flogferð fríggjadagin millum Alaska og Portland í USA. 

Tvey flogfeløg hava funnið brek á fleiri flogførum av hesum slagi. Umframt Alaska Airlines, er tað American Airlines.

- Síðani vit fóru at kanna flogførini leygardagin, hava vit funnið dømi um,  at talan er um trupulleikar við lutum, sum eru settir í flogførini. Millum annað boltar, sum skuldu táttast meira, verður sagt frá United Airlines.

Amerikanski flogmyndugleikin, FAA, hevur gjørt av, at 171 Boeing 737 Max 9 flogfør ikki sleppa á veingirnar, meðan málið verður kannað. Hetta hevur elvt til hundraðtals avlýstar flogferðir, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947