Sýnsgjøld hækka upp í 450 prosent

Sýnsgjøld hækka upp í 450 prosent
Tað er eingin orsøk til at hækka gjøldini fyri bilsýn so nógv, sum uppskotið um broytingar í ferðslulógini sigur, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Landsstýrið mælir til at hækka gjøldini fyri bilsýn.
 
09.01.2024 - 07:00

Tað er eingin orsøk til at hækka gjøldini fyri bilsýn so nógv, sum uppskotið um broytingar í ferðslulógini sigur.

Talan er um stórar hækkingar, millum 18 og 450 prosent.

Føroya arbeiðsgevarafelag heldur hetta vera ov nógv, tí Akstovan hevur seinnu mongu árini havt úrslit, har útreiðslur og inntøkur javnviga. 

Spurningurin er so, hvat ætlanin er at brúka øktu inntøkurnar til. 

Einki stendur um hetta í viðmerkingunum um lógaruppskotið, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Felagið mælir Samferðslumálaráðnum til at endurskoða ætlaðu hækkingarnar í tænastugjøldunum og viðgera nærri, hví brúk er fyri at hækka gjøldini so nógv, sum Akstovan hevur biðið um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008