Tvøroyri hevur kulfaktor 4,1

Tvøroyri hevur kulfaktor 4,1
Ein Spyr.fo spurnakanning, ið er gjørd fyri Kulfaktor Føroya, vísir, at Tvøroyri hevur kulfaktor 4,1. Men hvat heldur tú? Hvussu kul er Tvøroyri?
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
08.01.2024 - 20:00

500 fólk um alt landið eru spurd í einari spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kulfaktor Føroya, hvussu kul Tvøroyri er á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er "als ikki kul", og 10 er "sera kul"?

Tá vit siga Tvøroyri, so eru Froðba og Trongisvágur eisini við 

Úrslitið gjørdist, at Vestmanna hevur ein kulfaktor upp á 3,6, sum er lægsti miðal-kulfaktorur, ið higartil er givin. 

 

Føroyingar seta Tvøroyri í samband við vinnulív

Í spurnakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, spurdu vit eisini, hvat ið fólk seta í samband við Tvøroyri.

Flestir føroyingar seta vinnulív í samband við Tvøroyri. Einki av spurdu yvirskriftinum er næst á listanum, ið ber vitnisburð um, at Tvøroyri manglar at marknaðarføra seg á meira á ávísum øki. Ítróttur er nummar trý á listanum. 

Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við Tvøroyri? Øll Kvinnur Menn
Vinnulív 36,80 % 31,78 % 41,29 %
Einki av hesum 31,60 % 30,51 % 32,58 %
Ítrótt 19,40 % 21,61 % 17,42 %
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) 18,00 % 20,76 % 15,53 %
Mentan og list 16,00 % 18,22 % 14,02 %
Fornminni 15,00 % 11,86 % 17,80 %
Umhvørvi og grøn øki 13,40 % 14,83 % 12,12 %
Fjølbroytt úrval av handlum 12,80 % 16,53 % 9,47 %
Kirkjur og samkomur (trúarlív) 8,40 % 11,02 % 6,06 %
Størri tiltøk 6,00 % 8,90 % 3,41 %
Góð byggilist 3,00 % 2,12 % 3,79 %

 

Hvat heldur tú? Hvør er kulfaktorurin hjá Tvøroyri?

At vera kul (cool) kann merkja, at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd – stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað.

 

Loading Poll...

 

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05
 

Í morgin, týsdagin 9. januar, verður síðsta Kulfaktor Føroya-sendingin í hesum umfari send. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946