Landsstýrismaðurin: Taka atlit at fostrinum og kvinnuni

Landsstýrismaðurin: Taka atlit at fostrinum og kvinnuni
Uppskot um nýggja fosturtøkulóg er farið til ummælis
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, greiddi frá lógaruppskotinum á tíðindafundi seinnapartin. Uppskotið fer nú til ummælis.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.01.2024 - 16:07

Vit vilja taka atlit at fostrinum og at kvinnuni.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, sum seinnapartin hevði tíðindafund um uppskotið um nýggja fosturtøkulóg.

Sambært uppskotinum skulu kvinnur, sum búgva í Føroyum, fáa møguleika at fáa fría fosturtøku til og við  12. viku í viðgongutíðini.

Men hví er 12 vikur tað rætta markið at seta?

 

08012024_Fosturtoka_og_Bjarni


Hóast freistin sambært grein 1 er farin, kann kvinna fáa fosturtøku eftir 12. viku í viðgongutíðini, um lív og heilsa hjá kvinnuni eru í vanda, ella um inntrivið er neyðugt at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður.

Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er á mangan hátt ótíðarhóskandi, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Seinastu árini hevur nógv kjak staðist av lógini, og tíðin er nú komin at endurskoða lógina og gera hana meira tíðarhóskandi, sigur landsstýrismaðurin. 

Uppskotið um nýggja fosturtøkulóg er farið til ummælis. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946