Í myndum: Nýggjárskonsertin 2024

Tríggir solistar vóru á skránni til árligu nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri.

Heimsklassa tenorurin Ivan Magrí hevur nomið sær útbúgving á lærda tónleikaháskúlanum í Giuseppe Verdi í Milano, hann hevur m.a. fingið holla vegleiðing frá víðagitna Luciano Pavarotti. 

Evnaríki violinleikarin Andrias Blaasvær fór at spæla violin sum 12-ára gamal hjá Nikolaos Kapnas, sála. Hann hevur eisini fingið undirvísing hjá Jonu Højgaard, og í 2019 byrjaði Andrias at lesa á Kongaliga Danska Musikkonservatorinum í Keypmannahavn. Í 2022 tók hann sær bachelorprógv hjá Elisabeth Zeuthen, og nú lesur Andrias á kandidatinum hjá Alexandre Zapolski.

Kristina á Váli byrjaði sum 7 ára gomul at spæla sello hjá Jens Christian Guttesen og fekk prógv frá Musikkskúlamiðnámi í 2010. Hon fór síðani til New Jersey, USA, har hon tók Bachelor of Music in Cello Performance á John J. Cali School of Music í Montclair State University. Í 2018 fekk hon prógv sum Master of Music in Cello Performance frá State University of New York í Purchase, New York, har hon las hjá Juliu Lichten 

Kórið  við umleið 88 sangarum er altíð við til nýggjárskonsertina. Kórsangurin ger konsertina til nakað heilt serligt, og gevur henni ein hátíðarligan dám.

Teð eru Bernharður Wilkinson sum stjórnar Føroya Symfoniorkestri og Tóra Vestergaard venur symfoniorkesturkórið.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera