
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit spola tíðina aftur til 1984.
Nikodemussangbólkurin við M.C. Restorff á odda skipaði fyri konsert í Norðurlandahúsinum.
Hetta var í eini byltingartíð, har mann í kristiligum samanhangi fór frá tí meira siðbundna orglinum til at brúka rytmisk ljóðføri og geva vertsligum sangum ein kristiligan tekst.
Konsertin, ið hevur fingið eitt slag av halgisøgustøð í føroyskari tónleikasøgu, bleiv upptikin til live-útgávu og kom út á kasettuband stutt eftir.
Reinsað við talgildari tøkni
Góð 40 ár seinni er upptøkan tikin framaftur, og við nýmótans talgildari tøkni reinsað so frægt sum til ber í sambandi við sendingina Ein varði í lívi mínum.
Í sendingini verður tosað við M.C. Restorff um konsertina, sum var rættiliga slóðbrótandi tá í tíðini, og vit hoyra brot úr konsertini.
Óli Poulsen hevur ljóðblandað, Kári Sólstein og Hans Petur Hansen hava tikið samrøðuna upp, og Carsten Arnskov hevur lagt til rættis.
Sendingin "Ein varði í lívi mínum", ið kann síggjast á KVF Sjón, er eisini vorðin sera aktuel, tí M.C. Restorff júst hevur fingið handað tónleikaheiðurin í sambandi við FMA, sum í ár var hildið í Varpinum í Klaksvík.
Hvat: Ein varði í lívi mínum
Hvar: Á KVF Sjón
Nær: ...tá tað passar tær