Pistorius royndarleyslatin

Pistorius royndarleyslatin
Heimskendi rennarin hevur verið í fongsli í nærum 11 ár fyri at hava dripið unnustu sína
Oscar Pistorius er dømdur fyri at hava dripið unnustu sína, Reevu Steenkamp.
 
05.01.2024 - 08:40

Heimskendi rennarin í parasporti Oscar Pistorius verður eftir ætlan royndarleyslatin í dag, eftir at hava verið í fongsli í nærum 11 ár fyri at hava dripið unnustu sína.

Tað skrivar bretska kringvarpið.

Oscar Pistorius var fongslaður í oktober 2014, eftir at verða funnin sekur í at hava dripið unnustu sína, Reevu Steenkamp, í íbúðini í 2013.

Hann skeyt nógv skot gjøgnum eina hurð í baðirúminum. Pistorius hevur sagt, at hann skeyt, tí hann helt, at onkur ætlaði at bróta inn.

Pistorius er 37 ára gamal í dag.

Sambært BBC skal fyrrverandi rennarin tó halda ávísar treytir, til revsingin er liðug í 2029.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947