Flogskipararnir vistu einki um eldin í flogfarinum

Flogskipararnir vistu einki um eldin í flogfarinum
Flogserfrøðingar úr fleiri londum eru nú farnir at kanna, hví tvey flogfør stoyttu saman á einum flogvølli í Tokyo
Tað eydnaðist at bjarga øllum 379 fólkunum úr Airbus-flogfarinum, áðrenn tað kolaðist upp.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.01.2024 - 14:05

Flogskipararnir á flogfarinum, sum setti seg í Haneda-floghavnini í Tokyo fyrr í vikuni, vistu einki um, at eldur var í flogfarinum, fyrr enn ein flogterna kunnaði teir um tað.

Tað sigur ein talsmaður fyri Japan Airlines við BBC. 

Tá flogfarið hevði sett seg, varnaðust flogskipararnir, at okkurt var á vási, tí teir fingu ikki hildið flogfarinum á lendingarbreytini. Men teir vistu einki um, at eldur var í flogfarinum, fyrr enn teir vóru kunnaðir um tað.

Síðani var farið at flyta øll 379 fólkini úr flogfarinum, og tað gekst væl. 18 minuttir seinni vóru øll fingin úr flogfarinum í øllum góðum.

 

Brúktu róparar

Hátalaraskipanin í flogfarinum hevði fingið skaða, og tí noyddist manningin at brúka róparar at geva ferðafólkunum boð. 

Eldur kom í Airbus-flogfarið hjá Japan Airlines, tá tað stoytti saman við eitt minni flogfar í floghavnini.

Seks fólk vóru í hesum flogfarinum, men bara flogskiparin kom frá vanlukkuni við lívinum. 

Japanskir, bretskir og franskir flogserfrøðingar eru farnir at kanna, hví flogførini stoyttu saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947