- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svínoyingar verða hoyrdir
Svínoyingar verða hoyrdir
Hóast nýtt strandfaraskip verður prosjekterað, er ikki ov seint at koma við tørvslýsing, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlar at hitta svínoyingar í hesum mánaðinum.
04.01.2024 - 12:20
- Svínoyingar verða hoyrdir um fugloyar- og svínoyarleiðina.
Tað sigur Dennis Holm landsstýrismaður í samferðslumálum, nú fólk í Svínoy siga seg vera ónøgd við, at arbeiðið er prosjektera nýtt skip til farleiðina er byrjað, uttan at nakar hevur spurt svínoyingar, hvønn tørv skipið skal lúka.
Dennis Holm sigur, at tað er ikki ov seint at koma við tørvslýsing, hóast prosjekteringin er byrjað.
Ætlanin er at hitta svínoyingar í hesum mánaðinum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04012024_Dennis_um_svinoyarferju
>>>SÍ EISINI: Nýtt skip: Svínoyingar vilja verða tiknir upp á ráð
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV