Heilsutrygd vil sleppa í Hægstarætt

Heilsutrygd vil sleppa í Hægstarætt
Hetta hendir samstundis sum lógarbroyting er á veg um heilsutrygdargjaldið, so betri samsvar er við norðurlendska sáttmálan á hesum økinum
Kærunevndin í almanna- og heilsumálum segði longu í 2014, at ein norðurlendingur sambært konventiónini bara kann verða kravdur eftir heilsutrygdargjaldi í einum landi. (Savnsmynd)
 
04.01.2024 - 08:18

Bæði Føroya rættur og Eystari landsrættur hava staðfest, at Heilsutrygd hevur ikki lógarheimild at krevja pengar frá fólki, sum longu hava goldið heilsutrygdargjald í einum øðrum Norðurlandi.

Heilsutrygd hevur í samráð við sakførara avgjørt, umvegis Kamaradvokatin, at senda umsókn til Procesbevillingsnævnet um at fáa málið roynt í Hægstarætti.

Men nú er eitt lógaruppskot á veg, sum ger, at skjótt slepst undan áralanga tvídráttinum um heilsutrygdargjald.

Ein lógarbroyting hjá Heilsumálaráðnum skal fáa samsvar millum føroysku heilsutrygdarlógina og nordisk konvention om social sikring um heilsutrygdargjald. 

 

Skulu gjalda

Fólk sleppa sum nú er ikki undan at rinda til Heilsutrygd, tí lógin sigur, at øll, sum eru fylt 18 ár og búgva í Føroyum, eiga at gjalda, sama um tey eisini gjalda í Noregi til dømis.

Í galdandi lóg er ongin heimild hjá Heilsutrygd at gera undantak frá gjaldsskylduni, og kann ikki gjalda fólki heilsutrygdargjaldið aftur. 

Men dómsvaldið sigur nakað heilt annað.

Hetta er ikki í samsvari við nordisk konvention om social sikring, og tí er neyðugt at broyta heilsutrygdarlógina, sigur Heilsumálaráðið.

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1.juli.

 

Avgerð longu í 2014

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum segði longu í 2014, at ein norðurlendingur sambært konventiónini bara kann verða kravdur eftir heilsutrygdargjaldi í einum landi.

Men tað er ógreitt, sambært kærunevndini, eftir hvørjari limalandslóg gjaldið skal krevjast. 

Kærunevndin sendi málið aftur til Heilsutrygd, og bað hana viðgera tað av nýggjum.

Heilsutrygd tók avgerðina hjá kærunevndini til eftirtektar.

Men mannagongdin er tó framvegis tann sama.

Ein annar spurningur í hesum fløkta máli er, um millumtjóða avtalur koma fram um løgtingslógir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119