Partabrøvini í Smyril Line eru framvegis ikki seld

Partabrøvini í Smyril Line eru framvegis ikki seld
Sølan var mett at geva 79 milliónir kr., og hallið í landsroknskapinum fyri 2023 verður tí samsvarandi størri
Landsstýrið eigur góð 16 prosent av partabrøvunum í Smyril Line. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.01.2024 - 14:53

Landsstýrið kom ikki á mál við at selja síni partabrøv í Smyril Line í fjør.

Á fíggjarlógini fyri 2023 stóð sølan at geva 79 milliónir í inntøku. Tann inntøkan kemur ikki, og hallið verður tí samsvarandi størri, tá landsroknskapurin fyri 2023 skal gerast upp. 

Í heyst boðaði Løgmansskrivstovan annars frá, at ætlanin var avgreiða søluna í endanum av november.

 

Nýggjasta farmaskipið hjá Smyril Line, Glyvursnes, kom fyrstu ferð á Havnina nýggjársaftan. (Mynd: Smyril Line)

 

Men nú upplýsir Løgmansskrivstovan, at sølan er avgreidd enn.

Fleiri upplýsingar kunnu skaða sølutilgongdina, siga tey.

Løgtingið hevur samtykt at selja partabrøv í 2023. Nú farið er inn í eitt nýtt álmanakkaár, verður eisini neyðugt við nýggjari heimild, antin við eykajáttanarlóg ella við tilsøgn frá fíggjarnevndini.

Landsstýrið eigur góð 16 prosent av partabrøvunum í Smyril Line.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946