Bæði kavaódn og oysregn í Danmark

Bæði kavaódn og oysregn í Danmark
Kavi er í Jútlandi og Norðursælandi, men har suðuri í landinum regnar av grimd
Forsagnirnar siga, at tað fer at kava upp í hálvan metur í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.01.2024 - 10:39

Í Jútlandi og Norðursælandi eru tey rakt av ógvusligari kavaódn, har okkurt um 10 sentimetrar av kava er lagstur fleiri staðni.

Forsagnirnar siga, at tað fer at kava upp í hálvan metur í dag.

Nógvur vindur er eisini, upp í skrið við hørðum hvirlum, sum hevur kavarok  við sær.

Í syðra parti av Danmark oysregnar.

 

Nógvar avlýsingar

Út á seinnapartin verður sagt upp í 30 millimetrar av regni. 

Ringa veðrið hevur elvt til nógvar avlýsingar í tokferðsluni í morgun, skrivar danska kringvarpið. 

Í millum annað Aarhus og Randers mælir politiið fólki frá at koyra óneyðugt.

Okkurt um 800 bilførarar hava higartil havt tørv á hjálp frá bjargingarfeløgum, tí teir hava koyrt seg fastar í kavanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947