Avgjørdu ikki at taka nýggjársrøðuna upp av nýggjum

Avgjørdu ikki at taka nýggjársrøðuna upp av nýggjum
Røðan var tikin upp longu 29. desember, men løgmaður var kunnaður nýggjársaftan um, at Margretha drotning fór at leggja frá sær
Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Tinganesi. Hóast løgmaður fekk at vita nýggjársaftan, at Margretha drotning fór at leggja frá sær, var avgjørt ikki at taka nýggjársrøðuna upp av nýggjum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.01.2024 - 08:27

- Vit umrøddu á Løgmansskrivstovuni, um vit skuldu taka røðuna upp av nýggjum, men valdu ikki at gera tað.

Tað sigur Aksel V Johannesen, sum í nýggjársrøðu sínari ikki nevndi Margretu drotning og avgerð hennara um at fara frá, hóast hann var kunnaður um hetta fleiri tímar, áðrenn røða hansara var send í Kringvarpinum.

Tað hevur vakt ans í donskum miðlum, at løgmaður ikki nevndi drotningina í nýggjársrøðuni.

 

Margretha drotning boðaði nýggjársaftan frá, at hon leggur frá sær sum drotning 14. januar. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Av Løgmansskrivstovni hava danskir miðlar fingið tey boð, at orsøkin til, at røðan ikki kundi sendast beinleiðis, var at Kringvarpið hevði ikki ráð til at gjalda fólki yvirtíðarløn.

Nýggjársrøða løgmans varð upptikin 29. desembur.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen:

 

03012024_Aksel_um_Maggu

 

 

- Sum eg havi skilt tað, var tað ein felags avtala millum Løgmansskrivstovuna og Kringvarpið, at nýggjársrøðan hjá løgmanni ikki var send beinleiðis.

Tað sigur mentanarleiðarin í Kringvarpinum, Barbara Samuelsen, sum vissar um, at røðan hevur høga raðfesting.

Hon avsannar, at orsøkin var, at Kringvarpið ikki vildi gjalda fólki yvirtíðarløn:

 

Barbara_um_Maggu


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817