Ísrael broytir framferðarhátt, men kríggið heldur fram

Ísrael broytir framferðarhátt, men kríggið heldur fram
Fleiri enn 22.000 palestinar eru deyðir í Gasageiranum, síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober
Ísraelski herurin fer at broyta framferð í krígnum í Gasa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.01.2024 - 11:11

Ísrael hevur sambært Reuters tikið stríðsvognar úr Gasa býi og boðað frá, at ætlanir eru um at broyta framferðarhátt í krígnum og skerja talið á hermonnum í Gasageiranum.

- Ein broyting er á veg í ísraelska álopsstríðnum, men tað hevur ikki við sær, at kríggið endar, sigur Allan Sørensen, tíðindamaður hjá Kristelig Dagblad í Miðeystri:

 

02012024_Allan_Sorensen

 

Sambært heilsumyndugleikunum í Gasa, har Hamas hevur valdið, hava 207 palestinar latið lív í ísrelskum álopum seinasta samdøgrið, og 338 eru særdir.

Tað skrivar NTB.

Fleiri enn  22.000 palestinar eru deyðir Gasageiranum,  síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober.

85 prosent av fólkinum í Gasa eru rikin frá húsi og heimi.

2,3 milliónir fólk búgva í Gasageiranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947