Ferðafólkaflogfar í ljósum loga

Ferðafólkaflogfar í ljósum loga
Øll ferðafólkini, sum vóru við, eru bjargað
 
02.01.2024 - 10:34

Øll 367 ferðafólkini vórðu bjargað, tá eldur kom í eitt flogfar í floghavnini Haneda í japanska høvuðsstaðnum Tokyo, upplýsir Japan Airlines fyri almenna miðlinum, NHK.

Ikki er greitt, hví eldur kom í flogfarið, men okkurt bendir á, at flogfarið rakti eitt annað fogfar, tá tað skuldi seta seg.

Flogfarið, sum er av slagnum Airbus 350, kom úr Hokkaido, tá vanlukkan hendi.

Hitt flogfarið var eftir øllum at døma eitt flogfar hjá japansku sjóverjuni, men hesi tíðindi eru ikki váttað.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946