Hevur sitið stytst

Hevur sitið stytst
Íslendski forsetin, Guðni Th. Jó­hann­es­son, stillar ikki uppaftur til forsetavalið í summar
Guðni Th. Johannesson gevst sum íslendskur forseti í summar.
 
02.01.2024 - 08:16

Guðni Th. Jó­hann­es­son, sum gevst sum forseti í summar, hevur tá bara verið í embætinum í átta ár.

Og so stutt hevur eingin verið ríkisleiðari í Íslandi.

Sveinn Björns­son, sum var tann fyrsti, var forseti í sjey og eitt hálvt ár, frá 17.júni 1944 til hann doyði í fe­brú­ar 1952. 

Men hann var ríkisstjóri frá 1941-1944.

Tá røkti hann skyldurnar hjá danska konginum í Íslandi.

Ásgeir Ásgeirs­son og Vig­dís Finn­boga­dótt­ir vóru forsetar í 16 ár, Kristján Eld­járn var for­seti í 12 ár og Ólaf­ur Ragn­ar Gríms­son í 20 ár.

Forsetaval verður í Íslandi 1.juni, og nývaldi forsetin tekur við starvinum 1.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946