Hóttir Taivan

Hóttir Taivan
Slepst ikki undan, at Kina og Taivan aftur vera sameind
Fólk eta á einari matstovu, meðan Xi Jinping, forseti, heldur nýggjársrøðuna. Mynd: Pedro Pardo/AFP/Ritzau Scanpix
Mynd: Pedro Pardo/AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.01.2024 - 13:11

Tað slepst ikki undan, at Kina og Taivan aftur verða sameind.

Tað staðfesti kinesiski forsetin, Xi Jinping, í sínari nýggjársrøðu í gjárkvøldið. 

Tað skrivar tíðindasíðan Politico.eu.

Forseta- og tjóðartingsval
Hóttanin frá kinesiska forsetanum fellir minni enn tvær vikur áðrenn forseta- og tjóðartingsvalini í Taivani.

Hóast Taivan loysti frá Kina í borgarakrígnum í 1949, hevur Kina hvørki viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt land ella útihýst møguleikanum fyri at hertaka landið við hermegi.

Og seinastu árini hava kinesiskir myndugleikar í størri mun hert retorikkin móti Taivan og USA, sum hevur bundið seg til at hjálpa at verja Taivan.

Val verður í Taivan 13 januar. Sambært veljarakanningunum er lítil munur í undirtøkuni hjá Lai Ching-te úr stjórnarflokkinum Demokratiski flokkurin, og Hou Yu-ik úr andstøðuflokkinum Kuomintang.

Bæði valevnir hava í valstríðnum lagt dent á, at tey ynskja friðarlig viðurskifti við Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947