Japan: Ávara um flóðaldur

Japan: Ávara um flóðaldur
Hava biðið fólk flyta seg burtur frá strondini
Jarðskjálvti elvdi til stórar skaðar í Japan. Kyodo/Reuters/Ritzau Scanpix
Mynd: Kyodo/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
01.01.2024 - 13:06

Vandi er fyri ógvusligum flóðaldum í Japan, eftir at ein jarðskjálvti, sum er máldur til 7,4 á Richter skalanum, rakti Norðurjapan í morgun.

Tí hevur stjórnin ávarað íbúgvar í útnyrðingspartinum av landinum um at flyta seg burtur frá strondini.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan, sum hevur tíðindini frá japanska kringvarpinum NHK.

Sambært Japan Times óttast myndugleikarnir fyri fimm metur høgum flóðaldum. 

Eisini suðurkoreanskir og russiskir myndugleikar hava sent ávaringar út um vanda fyri flóðaldum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947