Methøgt fólkatal í heiminum

Methøgt fólkatal í heiminum
Fólkatalið í heiminum fer upp um átta milliardir innan árslok. 
 
29.12.2023 - 18:38

Tað vísur realitetsrokning hjá amerikanska mantalsstovninum Census Bureau. 

Við árslok í ár verða vit 75 milliónir fleiri fólk í heiminum, enn vit vóru við ársbyrjan í fjør.

Tá verða vit slakar 8 milliardir og 20 milliónir fólk. 

Ítøkiliga 8 milliardir, 19 milliónir, 876 túsund og 189 børn, tannáringar, vaksin og gomul í øllum kynum, liti og skapi.

Í Føroyum búðu 54.107 fólk við ársbyrjan, og síðani tá eru vit vorðin 450 fólk fleiri, - sambært nýggjastu hagtølunum, sum eru frá 1. november, er fólkatalið í Føroyum 54.557.

Fólkavøksturin í heiminum er niðanfyri 1 prosent, sambært United States Census Bureau.

Tá ið føðingar, immigratión og talið av deyðum verða løgd saman, sigur Census Bureau, at fólkatalið í USA hækkar hvørt 48-inta sekund. 

Samlað fyri allan heimin í januar næsta ár verður 4,3 menniskju fødd hvørt sekund, og tvey doyggja, sigur United States Census Bureau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947