Vaksandi strongd millum kvinnur

Vaksandi strongd millum kvinnur
Strongd millum kvinnur, børn og ung í Danmark veksur skjótt sambært eini kanning hjá størsta danska pensjónsfelagnum, PFA.
 
29.12.2023 - 18:35

Seinastu sjey árini hevur PFA fingið fleiri fráboðanir um strongd enn nakrantíð áður.

Frá 2015 til 22 hækkaði talið av fráboðanum frá kvinnum millum 15 og 40 ár við sálarligum avbjóðingum við 48 prosentum, har strongd er størsta orsøkin.

Hinvegin eru kvinnur skjótari at gera vart við strongd enn menn, sigur Pernille Steen Pedersen, strongdargranskari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

- Kvinnur finnast meira at sær sjálvum, tá ræður um arbeiðsuppgávur og tað við ikki at siga ja til alt, sigur granskarin.

Orsøkirnar til hetta kunnu vera nógvar, men hon heldur, at uppaling, kynsleiklutir og bygnaðurin av arbeiðsplássum og samfelagnum annars eru nakrar av orsøkunum.

- Kynstrið at siga frá er torført, og tað elvir serliga kvinnum størri samvitskubit enn monnum, sigur Pernille Steen Pedersen við danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947