Donsk fregat til Reyðahavið

Donsk fregat til Reyðahavið
Danmark fer at senda eina fregat niður í Reyðahavið og Adenvíkina sum svar uppá, at trygdarstøðan í økinum er versnað.
Mynd: dr.dk
 
29.12.2023 - 18:29

Tað siga Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, eftir ein fund við uttanríkisnevndina í Fólkatinginum.

- Vit óttast álvarsligu støðuna, sum hevur tikið seg upp í Reyða havinum, har tilvildarlig álop á vanligu skpaferðsluna heldur áfram. Tað er av avgerandi týdningi bæði fyri danska og altjóða skipaferðslu og menningina í økinum, at tað er trygt at sigla í økinum, sigur Troels Lund Poulsen í eini fráboðan til fjølmiðlarnar.

- 12 prosent av allari altjóða skipaferðslu fer gjøgnum Reyða havið og Suez-veitina, og um tað eydnast houti uppreistrarfólkunum at steðga hesum, so verður á allan hátt talan um um eina ovurstóra rokning, sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðaharri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947