Dómkirkjan í Køln hótt av yvirgangi

Dómkirkjan í Køln hótt av yvirgangi
Í Týsklandi er ein maður úr Tadsjikistan varðhaldsfongslaður, undir illgruna fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgang móti dómkirkjuni í Køln.
 
27.12.2023 - 15:44

Hetta upplýsir týska løgreglan.

Servand løgreglufólk gjørdu jólaaftan húsrannsókn í eini íbúð í Wesel, og tá vóru fimm menn handiknir. Fýra teirra vóru latnir leysir aftur, men maðurin, sum er í 30-árunum, skal sita í varðhaldi til 7. januar.

- Vit gera alt, sum vit kunnu, fyri at verja fólkini, dómkirkjuna og komandi nýggjárshaldini, staðfestur Michael Esser, løgregluovasti, í tíðindaskrivi.

Løgreglan vil ikki siga meira um málið, tí kanningararbeiðið er ikki liðugt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050