Wolfgang Schäuble deyður

Wolfgang Schäuble deyður
Fyrrverandi týski fíggjarmálaráðharrin Wolfgang Schäuble, er deyður 81 ára gamal.
 
27.12.2023 - 15:36

Hann var limur í kristindemokratiska flokkinum CDU og tinglimur í týska samveldistinginum Bundestag í meira enn 50 ár.

Sostatt er hann ein av politikarunum, sum hevur verið longst uppi í politikki nakrantíð.

Í 1990 var hann við í samráðingunum um at sameina Týskland. 

Nærum 20 ár seinni, á heysti 2009, gjørdist hann fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Angelu Merkel. Hetta var stutt fyri, at skuldin hjá Grikkalandi setti gongd á eina álvarsliga búskaparkreppu í evruøkinum.

Wolfgang Schäuble hevur síðani 1990 sitið í koyristóli, eftir at drápsroynd var framd móti honum, og hann varð raktur av fleiri skotum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050