Nikki Hayley stóra framgongd

Nikki Hayley stóra framgongd
Fyrrverandi ST-sendikvinnan, Nikki Hayley, hevur í løtuni stóra framgongd í meiningakanningum um gerast valevnið hjá republikanska flokkinum til forsetavalið í USA.
 
26.12.2023 - 11:58

Higartil hevur lítil ivi verið um, at Donald Trump verður valevnið hjá republikanska flokkinum til  forsetavalið í USA komandi ár. Men fyrrveradni ST-sendikvinnan Nikki Hayley hevur í løtuni stóra framgongd í meiningarkanningum. Somikið stóra, at hon sambært nøkrum kanningum nú hevur yvirhálað Guvernørin úr Florida, Ron DeSantis, sum annars hevur ligið á 2. plássið.

Men hóast Haley framvegis hevur nakað eftir enn, áðrenn hon megnar at yvirhála fyrrverandi forsetan til at gerast republikanska forsetavalevnið, so eru ábendingar um, at hon hevði staðið seg væl í eini atkvøðugreiðslu móti núsitandi forsetanum Joe Biden.

Í kanning, sum Berlingske endurgevur, hevði Haley fingið 51 prosent av atkvøðunum, ímóti 34 prosent til Joe Biden.

Um tað enn einaferð vera Trump og Biden, sum veljast skal ímillum, verður tað munandi tættari. Flestu kanningar vísa í løtuni, at Trump eisini hevði vunnið, men í nøkrum teirra eru munurin niðri á tveimum prosentstigum, meðan nærum tíggjundi hvør veljari ikki hevur tikið støðu enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050