Ófriður í Serbia um jólini

Ófriður í Serbia um jólini
Ófriður hevur verið í Serbia um jólini eftir val var í Serbia í farnu viku.
 
26.12.2023 - 11:29

Í høvuðsstðanum Beograd vóru samanbrestir jólaaftan eftir ein av fleiri mótmælisgongum endaði í stríði millum fólk, sum mótmæltu valúrslitinum og løgregludeildir.

Bæði tjóðartings- og lokalval var í farnu viku, og mótmælisfólkini siga, at sitandi stjórnin flutti túsundtals fólk við bussum til høvuðsstaðin Beograd fyri at ávirka úrslitið. 

Tað eydnaðist ikki anstøðuni at fáa meiriluta, hvørki í parlamentinum ella til lokalvali í Beograd. Eftir valúrslitið gjørdist alment, eru sjey anstøðulimir farnir í hungursverksfall, sum mótmæli móti valinum, skrivar BBC.

Bæði lokalir og altjóða eygleiðarar hava eisini boða frá óreglusemi í samband við valið.

Í einari bráfeingis fráboðan jólaaftan, segði Serbiski forsetin, Aleksander Vucic, at orsøkin til ófriðin var útlendsk uppíblanding í Serbia, sigur BBC. 
- Tey sum lovaðu at arbeiða fyri friði vísa nú, at tey eru veruligu harðskaðskfólkini, legði Vucic aftrat.

Valnevndin í Serbia hevur annars boðað frá, at valið skal ganga umaftur í 30 valstøðum, men hetta er út av eini 8.000 valstøðum kring landið.

Týskland hevur sagt ákærur um valsvik kunnu ikki góðtakast fyri eitt land, sum ætlar sær at gerast limur í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155