Danmark ruddar fyri USA í Grønlandi

Danmark ruddar fyri USA í Grønlandi
180 millliónir eru játtaðar til ruddingina
Føroyingahavnin. Ruddingin har er ikki byrjað enn.
 
25.12.2023 - 10:47

Enn røkist ikki fyri, at Føroyar gjalda fyri at rudda í Føroyingahavnini.

Men Danmark rindar fyri at rudda eftir amerikanska herin í Grønandi.

Og tað eru ikki smápengar.

180 milliónir krónur vóru settar av í donsku verjusemjuni fyri 2018 til 2023.

Í januar 2018 var avtala gjørd millum landsstýrið og stjórnina um at rudda tað, sum amerikanski herurin fór frá í Grønlandi.

Higartil eru tó bara brúktar 40 milliónir av teimum 180.

Avtalan er longd

Men avtalan kann leingjast.

Og tað er júst tað, sum er hent.

Tær 140 milliónirnar, sum er eftir, eru tøkar næstu fýra árini.

Í donsku fíggjarlógini fyri 2024 eru 73,1 millión, skrivar Sermitsiaq.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050