Iran partur av álopinum

Iran partur av álopinum
Iran var partur av ætlanunum, tá huthiarar í Jemen lupu á handilsskip í Reyðahavinum. Tað sigur fyrisitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden.
 
23.12.2023 - 09:43

Iran var partur av ætlanunum, tá huthiarnir í Jemen lupu á handilsskip í Reyðahavinum. Tað sigur fyrisitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden.

Iran vísir tó hesum aftur.

Huthiarar í Jemen hava seinastu vikuna lopið á fleiri skip í Bab al-Mandab-sundinum í Reyðahavinum. Lopið hevur verið á við rakettum og dronum, og eisini hava teir rænt eitt farmaskip, sum hevur samband við Ísrael.

Sambært fyrisitingini hjá Joe Biden, so høvdu hesi álopini ikki borið til uttan stuðul frá Iran.

- Vit vita, at Iran væl og virðiliga var við til at leggja átøkini ímóti handilsskipum í Reyðahavinum til rættis, sigur Adrienne Watson, talskvinna hjá Adrienne Watson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947