Sleppa heim í dag

Sleppa heim í dag
Grindavíkingar sleppa til hús aftur í dag, um tey hava hug til tað
Mynd: Marko Djurica/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.12.2023 - 09:36

Fólk í Grindavík sleppa í dag til hús aftur, og tey kunnu sova heima hjá sær sjálvum, hava tey hug til tað.

Ulfar Ludviksson, politimeistari í Grindavík, sigur við íslendska kringvarpið, RUV, at hann tó ikki væntar, at nógv fara at halda jól í Grindavík, hóast tey nú hava møguleikan.

Tað var 10. november, at tey umleið 4000 fólkini í Grindavík vórðu flutt burtur í sambandi við harðar jarðskjálvtar og rivur í jørðini.

Eldgosið kom ikki fyrrenn mánadagin, men gjørdist ikki so ógvusligt, sum stúrt varð fyri. Tó hevur gosbræðingin spreitt seg yvir eitt øki uppá 3,7 kvadratkilometrar, uttan at hava rakt Grindavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947