Bingjuflutningurin hjá Maersk dýrkar munandi

Bingjuflutningurin hjá Maersk dýrkar munandi
Ófriður í Reyðahavinum hevur við sær, at siglt verður ikki gjøgnum Suez-veitina, men í staðin suður um Afrika
Tað fer at kosta 5.000 krónur eyka at flyta eina bingju úr Kina til Evropa við farmaskipum hjá Maersk.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.12.2023 - 13:53

Danska reiðaríið Maersk setir nú prísin upp á bingjuflutningi.

Tað kemur í kjalarvørrinum av ófriði í Reyðahavinum, sum hevur ført til, at Maersk í løtuni ikki siglir gjøgnum Suez-veitina, men í staðin fer suður um Afrika.

DR skrivar, at tað nú fer at kosta 700 dollarar eyka at flyta eina bingju úr Kina til Evropa við Maersk. Tað er tað sama sum 4.740 krónur.

Tað er ein umvegur upp á meir enn 6.000 kilometrar, og teinurin er góðar tvær vikur longur at sigla.

Bara í brennievni kostar túrurin suður um Afrika 6,8 milliónir krónur meir, enn um siglt varð gjøgnum Suez-veitina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947