Royna framvegis semju í trygdarráðnum um vápnahvíld

Royna framvegis semju í trygdarráðnum um vápnahvíld
Atkvøðugreiðslan í ST-trygdarráðnum er útsett fleiri ferðir síðani mánadagin, og hon er aftur á skránni í dag
Limirnir í ST-trygdarráðnum royna framvegis at finna eina orðing, sum semja kann verða um, til tess at fáa vápnahvíld í Gasa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.12.2023 - 09:03

Roynt verður framvegis at fáa semju í ST-trygdarráðnum um uppskot til vápnahvíld í Gasa.

Uppskot var lagt fyri trygdarráðið mánadagin, men atkvøðugreiðslan er útsett fleiri ferðir, meðan londini í ráðnum hava roynt at finna semju, so USA ikki brúkar sýtingarrættin, og havrið fellir uppskotið.

Og nógv bendir á, at partarnir nú eru nærri semju, og at USA er til reiðar annaðhvørt at stuðla ella lata vera við at brúka sýtingarrættin.

Tingast hevur verið um orðingar í uppskotinum, og higartil hevur USA ikki vilja gingið við til orðingar, sum vísa til ein varandi steðg í krígnum, siga diplomatar sambært The Guardian.

USA og Ísrael siga, at ein longri steðgur er bara til fyrimunar fyri Hamas. 

 

Hóvligari orðingar

Orðingarnar í uppskotinum eru gjørdar meiri hóvligar, og siga nú, at neyðhjálp skal alt fyri eitt sleppa framat, og umstøður skulu gerast fyri at finna varandi loysnir. Hetta er stórur munur á upprunauppskotinum, sum segði, at ófriðurin skuldi hada uppat, í staðin fyri at skapa umstøður fyri varandi loysnum. 

Meðan tingast hevur verið um at fáa USA at góðtaka uppskotið, eru tað onnur lond, sum nú halda, at orðingarnar fara ov langt burtur frá upprunaligu ætlanunum, og uppskotið tí verður útvatnað. Millum teirra eru Russland, sum eins og USA hevur sýtingarrætt í ST-trygdarráðnum.

Atkvøðugreiðslan í trygdarráðnum er útsett fleiri ferðir síðani mánadagin, og hon er aftur á skránni í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155