Eldgosið liðugt

Eldgosið liðugt
Líkt er til, at eldgosið í Íslandi, sum byrjaði mánakvøldið, er hæsað av
Enn er ov tíðliga endaliga at staðfesta, at eldgosið er liðugt, men tað er líka við.
 
22.12.2023 - 06:28

Líkt er til, at eldgosið í Íslandi, sum byrjaði mánakvøldið, er hæsað av.

Men enn er ov tíðliga at siga tað við fullari vissu, sigur Kristín Jónsdóttir í íslendsku veðurstovuni, við RUV.

Hon sigur, at enn ber ikki til formliga at boða frá alment, at eldgosið er liðugt.

Trýstið frá grótbræðingini er enn ov stórt, sigur hon.

Og ábendingar eru um, at grótbræðing er aftur farin at savnast. 

Fólk sleppa at vera í Grindavík frá klokkan sjey í morgun til klokkan fýra seinnapartin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947