Breivik skal aftur í rættin

Breivik skal aftur í rættin
Hópsdrápsmaðurin hevur stevnt norska statinum og krevur at fáa betri umstøður í fongslinum
Hetta er onnur ferðin, at Anders Behring Breivik hevur stevnt norska statinum fyri brot á mannarættindi. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
21.12.2023 - 08:31

Í januar fer rætturin í Oslo at viðgera stevningina hjá Anders Behring Breivik, sum 22. juli 2011 framdi yvirgangsatsóknir í Noregi, móti norska statinum.

Breivik sigur, at staturin hevur brotið mannarættindini hjá sær sambandi við fongslingina og umstøðurnar í fongslinum.

Nú hevur rætturin í Oslo avgjørt, at partur av málinum skal vera fyri afturlatnum hurðum, soleiðis at fjølmiðlar ikki sleppa inn. 

Tað snýr seg um eftirlitið í Ringerike-fongslinum, og frágreiðingar hjá trimum leiðarum í fongslinum um umstøðurnar hjá Breivik.

Týsdagin 9. januar skal Breivik eftir ætlan bera fram sína frágreiðing í rættinum. 

Málið verður ført í Ringerike-fongslinum.

 

Onnur ferðin

Hetta er aðru ferð, at Breivik stevnir norska statinum fyri brot á mannarættindi og vánaligar umstøður í fongslinum.

Hann sigur, at 12 ár í avbyrging eru nóg mikið, og at nú mugu broytingar gerast, so at hann kann samskifta við onnur fólk.

Myndugleikarnir hava víst ákærunum hjá Breivik aftur og siga, at umstøðurnar í fongslinum eru ikki í stríð við mannarættindi.

Andreas Hjetland, embætisfólk hjá norska Ríkisadvokatinum, sigur í skjali til rættin, at Breivik tekur illa ímóti tilboðnum um endurmenning, rehabilitering.

- Havi ilt við at ímynda mær, hvussu nógv fongsli kann slaka, og hvat er ráðiligt, stendur í skjalinum í rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947