Hamas vil ikki samráðast um at skifta um fangar

Hamas vil ikki samráðast um at skifta um fangar
- Vit havna øllum sløgum av samráðingum um at býta um fangar, meðan fólkadrápið hjá Ísrael er í gongd, sigur Basem Naem, embætisfólk í Hamas
Aftur í nátt fullu bumbur í Gazageiranum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.12.2023 - 16:50

Hamas vil ikki samráðast um at skifta um fangar, meðan krígg er móti Ísrael.

Hamas sigur tó, at felagsskapurin tekur undir við øllum tiltøkum, sum kunnu loysa ósemjuna.

Fráboðanin kom frá einum embætisfólki í palestinska felagsskapinum í dag.

- Vit tvíhalda um støðu okkara, at vit havna øllum sløgum av samráðingum um at býta um fangar, meðan fólkadrápið hjá Ísrael er í gongd, sigur Basem Naem.

- Men vit taka undir við øllum tiltøkum, sum kunnu gera, at álopini á fólkið hjá okkum steðga, og at marknaliðini verða latin upp so at hjálp og neyðhjálp til palesinska fólkið kemur fram, sigur Basem Naem.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947