Tjóðsavnið: Mølheyggjar á Sandi eru friðaðir og tola ikki nógva ferðslu

Tjóðsavnið: Mølheyggjar á Sandi eru friðaðir og tola ikki nógva ferðslu
Mølheyggjar á Sandi eru eitt av fáu náttúruøkjum í Føroyum, ið er friðað
Sambært kunngerð frá Yvirfriðingarnevndini, eru Mølheyggjar friðaðir við tí endamáli, at økið “skal varðveitast í sínum natúrliga líki og við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðiligum fyribrigdum”
Mynd: Savnsmynd  
 
19.12.2023 - 11:12

Nú Sandoyartunnilin letur upp, minnir Tjóðsavnið á, at Mølheyggjar á Sandi eru friðaðir og tola ikki nógva ferðslu.

Størsti partur av fjøruni í Føroyum er klettur og berg.

Innast í summum firðum, har bakkin gongur heilt út á sjógv, er strandarong, og bert á heilt fáum støðum er sandstrond.

 

Einastu sandheyggjar í landinum

Og einans heima á Sandi eru rættiligir sandheyggjar, nevndir Mølheyggjar. 

Sambært kunngerð frá Yvirfriðingarnevndini, eru Mølheyggjar friðaðir við tí endamáli, at økið “skal varðveitast í sínum natúrliga líki og við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðiligum fyribrigdum”.

Friðingin setur forboð fyri bygging og øðrum inntrivum, ið misprýða økið, samstundis sum hon eisini setur forboð fyri at taka grót, mold, sand, eyr, leir, plantur og dýr, sigur Tjóðsavnið.

Tí kemur Tjóðsavnið við einari áheitan á fólk um at fara væl um Mølheyggjarnar, nú tað kann væntast meira ferðsla millum Sandoynna og meginøkið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947