Støðudagføring: Sprungan er nú fýra kilometrar long

Støðudagføring: Sprungan er nú fýra kilometrar long
Sprungan, ið tað goysir úr, víðkast suðureftir, og fyrstu tímarnar komu hundraðtals rúmmetrar av lavu úr sprunguni um sekundið
Sprungan, har tað goysir úr, víðkast suðureftir móti fjallinum Sundhnúkur, og er nú fýra kilometrar long.
Mynd: Íslendska heimaverjan  
 
19.12.2023 - 02:52
  • Útbrotið á Reykjanesi í Íslandi byrjaði klokkan 22:17 í gjárkvøldið. 
  • Tað er staðsett umleið fýra kilometrar í ein landnyrðing úr Grindavík. 
  • Sprungan, har tað goysir úr, víðkast suðureftir móti fjallinum Sundhnúkur, og er nú fýra kilometrar long. 
  • Hundraðtals rúmmetrar av lavu goystu úr sprunguni um sekundið fyrstu tímarnar. 
  • Tað mesta av grótbræðingini hevur savnað seg við norðara endan av sprunguni. 
  • Grótbræðingin rennur út frá síðunum á spronguni. 
  • Grótbræðingin rennur ikki móti Grindavík í løtuni. 
  • Nýggjastu mátingarnar geva ábendingar um, at útbrotið er minkað í styrki, síðani tað byrjaði klokkan 22:17 í gjárkvøldið, mánakvøldið 18. desember. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947