Veðurforsøgnin skal avgerða elprísin

Veðurforsøgnin skal avgerða elprísin
Í framtíðini verður tað møguliga skiftandi prísur á streyminum alt eftir um framleitt verður úr olju ella varandi orku. Tað mælir ein arbeiðsbólkur til
Endamálið við hesum er at fáa meira av tí varandi orkuni til høldar, og at bjóða viðskiftafólkunum eitt dynamiskt tilboð, sigur umhvørvismálaráðið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2023 - 11:23

Fríggjadagin handaði ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum frágreiðing við tilmælum um, hvussu sølan av streymi kann skipast í framtíðini.

Endamálið við hesum er at fáa meira av tí varandi orkuni til høldar, og at bjóða viðskiftafólkunum eitt dynamiskt tilboð, sigur umhvørvismálaráðið.

Í tilmælinum, sum umboð fyri Kommunufelagið og Umhvørvisstovuna samdust um, verður millum annað skotið upp, at SEV skal kunngerða ein bindandi tímaprís fyri eitt samdøgur í senn.

 

El-prísurin skal grundast á veðurforsagnirnar

SEV skal eisni gera eina prísforsøgn fyri komandi dagarnar, sum er so neyv sum gjørligt.

Tímaprísurin á streyminum skal grundast á veðurforsagnir næstu 24 tímarnar.

Ætlanin er, at elprísurin skal lækka, tá nógv vindorka er, og hann skal hækka, tá nógv olja verður brúkt í framleiðsluni. 

 

Onnur skulu sleppa at selja streym

Í framtíðini skal tað heldur ikki bert vera SEV, sum selir streymin beinleiðis til viðskiftafólkini, men eisini aðrar fyritøkur, stendur í tilmælinum.

Søluliðið hjá SEV skal skipast soleiðis, at krossstuðul og persónsamanfall ikki eru møguligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947