Suður um Afrika: Dýrur umvegur hjá farmaskipum

Suður um Afrika: Dýrur umvegur hjá farmaskipum
Ófriður í Reyðahavinum ger, at fleiri altjóða skipafeløg ikki vilja sigla har í løtuni
Maersk boðaði longu fríggjadagin frá, at teirra skip ikki sigla í Reyðahavinum fyribils
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
17.12.2023 - 10:44

Eftir at Houthi-uppreistrarfelagsskapurin í Jemen er farin at brúka dronur móti skipum í Reyðahavinum, kenna fleiri altjóða skipafeløg seg nú noydd at finna sær aðrar leiðir at sigla millum Evropa og Asia.

Eitt av hesum skipafeløgunum er Maersk, sum longu fríggjadagin boðaði frá, at tað er ov ótrygt at lata bingjuskipini hjá Maersk sigla gjøgnum Reyðahavið.

Men tað merkir ein dýrur umvegur uppá 7.300 kilometrar, um skipini skulu sigla suður um Afrika heldur enn at fara gjøgnum Suez-veitina. Ein meting sambært DR sigur, at tað fer at taka 10 samdøgur eyka at sigla runt um Afrika, og skipini skulu so eisini brúka 885 tons meir av olju.

Bretsk og amerikansk herskip eru í økinum, har tey hava skotið fleiri dronur niður. Hetta er fyrstu ferð, at skipaferðslan á leiðini verður álopin við dronum av landi, og tí ber illa til at siga í løtuni, nær tað aftur verður trygt at sigla í Aden-víkini og Reyðahavinum, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947