Fíggjarlógin: Vænta framvegis at Teistin verður seldur

Fíggjarlógin: Vænta framvegis at Teistin verður seldur
Landsstýrismaðurin vísir aftur, at fíggjarlógin er pyntað, tí tað er ein realistiskur møguleiki fyri, at Teistin verður seldur
Teistin hevur royndarsiglt á kalsoyar- og nólsoyarleiðini, men á fíggjarlógini verður roknað við, at hann verður seldur.
 
14.12.2023 - 13:33

Hóast endalig støða ikki er tikin til, um Teistin skal seljast, verður kortini roknað við inntøku av søluni í fíggjarlógaruppskotinum, sum í gjárkvøldið varð samtykt við 2. viðgerð. 

 

Dennis Holm er landsstýrismaður í samferðslumálum. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Eg haldi ikki, tað er at pynta nakað, tí tað er framvegis ein realistiskur møguleiki fyri, at Teistin verður seldur, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Á fíggjarlógini verður roknað við, at 30 milliónir kr. fáast fyri Teistan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14122023_Dennis_Holm

 

Gevst á Sandoyarleiðini

Hósdagin í næstu siglir Teistin seinastu túrarnar í Skopunarfirði.

Hann siglir til kl.12.15, tá hann fer seinasta túrin av Gomlurætt. Túrarnir av Gomlurætt kl.11.00 og 12.45 eru sertúrar.

Á hesum túrum skulu øll ferðandi bíleggja pláss frammanundan, siga Strandfaraskip landsins.

Teistin tekur 260 ferðafólk.

Kl.14.00 byrjar hátíðarhaldið í sambandi við, at Sandoyartunnilin letur upp.

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164