Jóhan á Plógv Hansen í danska EM-hópinum

bannari
Jóhan á Plógv Hansen í danska EM-hópinum
Ikki óvæntað er føroyski vongurin úr Flensburg-Handewitt, Jóhan á Plógv Hansen, við í danska hondbóltshópinum, sum skal royna at vinna sítt fyrsta EM-heiti síðan 2012
Jóhan á Plógv Hansen er vanur við at vinna gull fyri Danmark
 
14.12.2023 - 11:30

Føroyski vongurin úr Flensburg-Handewitt, Jóhan á Plógv Hansen, er í danska EM-hondbóltshópinum, sum var kunngjørdur fyrrapartin.

Hann skal kappast við liðfelagan hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin, 41 ára gamla Hans Lindberg, um spælitíð á danska høgra veinginum.

Jóhan á Plógv Hansen hevur verið fastur maður í danska hópinum síðstu árini, og hevur verið við til at vunnið heili trý heimsmeistaraheitið, eitt OL-silvurheiðursmerki og eitt HM-bronsumerki.

29 ára gamli havnamaðurin hevur skotið 157 mál í 80 landsdystum fyri Danmark, sum skal royna at vinna evropameistaraheitið fyri fyrstu ferð síðan 2012. Danmark er í bólki saman við Portugal, Kekkia og Grikkalandi.


Nikolaj Jacobsen hevur aftur hesa ferð Jóhan á Plógv Hansen við í hópinum. MYND: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109