Peningasvik í Japan - fleiri ráðharrar hava lagt frá sær

Peningasvik í Japan - fleiri ráðharrar hava lagt frá sær
Hetta er triðja umfatandi broyting í stjórnini hjá Fumio Kishida, forsætisráðharra, seinastu 16 mánaðirnar
Fumio Kishida er forsætisráðharri í Japan. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
14.12.2023 - 09:06

Fýra limir í japansku stjórnini hava lagt frá sær í morgun. Orsøkin er umfatandi mál um peningasvik.

Ídnaðarmálaráðharrin, Yasutoshi Nishimura, innanríkisráðharrin, Junji Suzuki, og landbúnaðarmálráðharrin, Ichiro Miyashitasine, hava í morgun biðið um at verða loystir úr starvinum.

Eisini leiðarin fyri stjórnarráðnum, Hirokazu Matsuno, sum er næstur í tign eftir forsætisráðharran, hevur lagt frá sær.

Hetta er triðja umfatandi broyting í stjórnini hjá Fumio Kishida seinastu 16 mánaðirnar.

 

Kanna skuldsetingarnar

Stórt kanningararbeiði er í gongd í sambandi við skuldsetingarnar um svik. Ákæruvaldið kannar ein vong í Liberala demokratiska flokkinum, LPD.

Fleiri fólkavald eru avhoyrd um, at tey skulu hava tikið ímóti 500 milliónum yen, tað svarar til 24 milliónir krónur, frá innsavnaðum peningini til flokkin, skriva lokalir miðlar.

Fumio Kishida, forsætisráðharri, sigur, at hann vil endurvinna álitið hjá almenninginum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947