Leiðandi rentan í USA óbroytt

Leiðandi rentan í USA óbroytt
Avgerðin hjá miðbankanum kann vera tekin um, at nú verða ikki fleiri rentuhækkingar fyribils
Amerikanski miðbankin broytir ikki rentuna. (Savnsmynd)
 
14.12.2023 - 08:44

Amerikanski miðbankin broytir ikki leiðandi rentuna.

Hetta er triðju ferð, at leiðandi rentan er óbroytt.

Tað er tekin um, at rentuhækkingin, sum hevur verið í nærum tvey ár, steðgar, nú inflatiónin minkar og búskapurin kølnar, skrivar USAToday.

Áður hevur bankin sagt, at rentan skal haldast innan fyri talstrekkið millum 5,25 og 5,5 prosent, sum er tað mesta í 22 ár.

Hetta kann verða tekin um, at rentan fer at lækka næsta ár, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947