Vilja hava ríkisrættarmál móti Joe Biden

Vilja hava ríkisrættarmál móti Joe Biden
Sonur amerikanska forsetan er lagdur undir at hava gjørt sær dælt av starvinum hjá pápanum, tá hann var varaforseti hjá Barack Obama
Joe Biden, forseti. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
14.12.2023 - 08:37

Meirilutin í amerikanska Umboðsmannatinginum tekur undir við einum ríkisrættarmáli móti forsetanum, Joe Biden.

Hvítu húsini í Washington siga, at kanningararbeiðið er politiskt grundað.

Atkvøðugreiðsla var um málið í Umboðsmannatinginum í gjár, har republikanararnir hava meirilutan. 

221 atkvøddu fyri og 212 ímóti.

 

Sonurin skuldsettur fyri mutur

Republikanararnir vilja hava eitt formligt ríkisrættarmál fyri at kanna skuldsetingar um mutur í sambandi við handilsvirksemi hjá Hunter Biden úti í heimi.

Republikanararnir skuldseta sonin hjá Joe Biden fyri at hava gjørt sær dælt av starvinum hjá pápanum sum varaforseti í stjórnini hjá Barack Obama fyri at útvega sær pening og støðu í Ukraina og Kina.

Fleiri hoyringar hava verið um málið, men republikanararnir hava ikki funnið prógv fyri, at sonur Biden hevur gjørt nakað galið.

Kortini halda republikanararnir, at nýggju kanningarnar fara at geva teimum víðari heimildir, og at meira ferð kemur á leitingina eftir prógvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947