Væl nøgdur við avtaluna á veðurlagsráðstevnuni

Væl nøgdur við avtaluna á veðurlagsráðstevnuni
Sameindu emiratini hava víst gjøgnumskygni og verið rúmlig, sigur danski ráðharrin í veðurlagsmálum.
Dan Jørgensen, ráðharri í veðurlagsmálum, er væl nøgdur við veðurlagsavtaluna
Mynd: AP/Ritzau Scanpix  
 
13.12.2023 - 14:20

Danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Dan Jørgensen, rósti í dag COP28-avtaluni, um at fara frá lívrunnum brennievni, samstundis sum hann viðurkennir, at tað var tungur burður at fáa semju um orðingina í avtaluni.

Fáar minuttir efti,r at fundurin í dag var settur, kunngjørdi Al-Jaber sultanur góðkenda skjalið, sum vísur, hvussu langt av kós heimurin er farin á veðurlagsøkinum, og hvussu hann koma aftur á kósina. 

- Vit eru samd um, at vit skulu burtur frá lívrunnum brennievni. Vit eru umgird av oljustatum her, og nærum 200 lond hava sagt, at tey vilja flyta seg burtur frá olju og gassi. Vit hava tørv á grønari orku í staðin, og tað er frálíkt, segði Dan Jørgensen.

 

Londini á veðurlagsstevnuni í Dubai eru komin ásamt um nýggja veðurlagsavtalu. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Nýggja avtalan, sum er kunngjørd í dag, hevur sterkari orðingar enn kladdan, sum var í uppskoti fyri nøkrum døgum síðani. Hon hevði nakrar veikleikar, sum funnist var at. 

Greinarar og sendifólk stúrdu eitt skifti fyri, at málið fór at enda við stórari ósemju, men al-Jaber bar skjótt at, og gav teimum, sum funnust at avtaluni, at fara upp ímóti.

Og hann hevur rós uppiborið, sigur Dan Jørgensen:

- Tey, sum hava funnist at al-Jaber sultani, skylda honum eina umbering. Hann og leiðslan í Sameindu arabisku emiratunum hava víst gjøgnumskygni og verið rúmlig í hesum málinum, segði Dan Jørgensen, ráðharri í veðurlagsmálum, við AP-tíðindastovuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155